2/7 av matr. 215 Strendur, Sjóvarvegur 4, 490 Strendur verða við hesum lýstir til sølu.
Talan er um eitt grundstykki við ástandandi húsum í vánaligum standi, men við sera góðari staðseting í náttúruvøkrum øki og við sera góðum útsýni yvir bátahylin, landslagið og fjørðin.
Sambært tingblaðnum er ognin ikki víddarroknað.
Virðismeting av ognini fæst við at venda sær okkara.
Viðmerkjast skal at tann, sum keypir ognarpartin, kemur at eiga ognina saman við hinum eigarunum av ognini.
Viðmerkjast skal eisini at prísuppskotið á kr. 170.000,- er vegleiðandi og ikki bindandi.
Áhugað kunnu venda sær okkara á tlf. 660500 ella við telduposti til sigrid@sokn.fo