Festibræv á Trøllanesi til sølu

Við hesum verður festibrævið fyri Útistovu á Trøllanesi sett til sølu.

Festið er innangarðs matr. nr. 11a á Trøllanesi.

Festið er uttangarðs 5 merkur 12 gyllin í hagapartinum “Fyri Heiman”, matr. nr. 27 – einbýttur hagi.

Innistøðan á festinum er 75 seyðir. Á festinum eru 180 áseyðir.

  • Bygningar: Ungneytafjós niðanfyri vegin undir sethúsunum. Bygt 2012. Stødd 9×21 m.
  • Seyðahús v/hoyggjhúsi omanfyri sethúsini “Uppi á Bø”. Inni í hoyggjhúsinum er gjørt eitt frystirúm, uml 3x3m.
  • Mjólkhúsið. Yvir hundrað ára gamalt hús.
  • Hjallur. Aldargamal. Nýtt aluminiumstak á uml. 2005.
  • Torvhús. Aldargamalt. Yvirtrom og tak er skift.
  • Hús við rætt “Uppi á Rætt”.

Tilboð um keyp skulu vera skrivlig og verða at senda SÓKN Advokatum, sí niðanfyri. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann, ið bjóðar, hevur fígging tøka. Festið verður selt við ella uttan amboðum, maskinum og bingju. Boð skulu verða okkum í hendi innan 29. feb. 2020.

 Gjørt verður vart við, at seljari ikki hevur skyldu at taka av ávísum tilboð og kann velja at havna øllum boðum.

Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat á tlf. 21 98 22 ella tlf. 660500, ella á teldupostadressuna jewp@sokn.fo.

Leave a Reply