Vegna Nes kommuna verða fýra grundøki lýst til sølu til íbúðarbygging. Talan er um tvey grundøki við Regnavegin á Toftum, sum eru ávikavist 4.844 og 4.460 m2, og tvey grundøki við Høganesvegin á Toftum, sum eru ávikavist 1.611 og 1.182 m2.

Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál – íbúðir.

Nes kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. At útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.

Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið og fríøkið er partur av loysnini.

Tað er ein treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin fer at taka seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 275,- fyri fermeturin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Nes kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin 15. august 2022, kl. 12:00.