Við hesum verður Grillvognurin á Tvøroyri lýstur til sølu.

 

Sp/f JJ-Grillvognurin eigur og rekur Grillvognin á Tvøroyri.

 

Talan er um at selja allan smápartapeningin í Sp/f JJ-Grillvognurin, skrás.nr. 579.

 

Keypsboð skulu vera skrivlig og sendast SÓKN Advokatum. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann ið bjóðar hevur fígging tøka.

 

Grillvognurin er frá 1977 og stendur á matr.nr 496c, Froðba-Tvøroyri, sum felagið hevur brúksrætt til.

 

Grillvognurin er umleið 24,5 m2 til víddar og stendur væl fyri við almennan veg. Í grillvogninum eru allir hentleikar, ið krevjast fyri at reka ein vælvirkandi veitara av skundverðum.

 

Grillvognurin hevur altið verið væl røktur og er tí í góðum standi.

 

Nærri fæst at vita um ognina og felagið við at venda sær til SÓKN Advokatar, Eyðbjørn Larsen, adv., tlf.: 219325, teldupost: eyl@sokn.fo