Handilin “Blómuhúsið Tórshavn” til sølu

Blómuhúsið Tórshavn heldur til í leigaðum hølum hjá P. E. við Heykavegin í Tórshavn. Handilin hevur góðan umsetning og gevur avlop. Handilin við øllum innbúgvi og vørugoymslu verður seldur, um hóskandi boð fæst.

Tilboð um keyp skulu vera skrivlig og skulu sendast til SÓKN Advokatar, sí niðanfyri. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann, ið bjóðar, hevur fígging tøka.

Gjørt verður vart við, at seljari ikki hevur skyldu at taka av ávísum tilboð og kann velja at havna øllum boðum.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, Birita Sandberg Samuelsen, advokat á tlf. 28 31 88 ella tlf. 660500, ella á teldupostadressuna birita@sokn.fo

 

Leave a Reply