Sethúsini, sum er matr. 495 Tórshavn, Undir Glaðsheyggi 20, 100 Tórshavn, og matr. 514e Tórshavn  verða við hesum lýst til sølu.

Prísuppskotið er kr. 3,1 mio.

Matr. 495 Tórshavn er sambært tingblaðnum 204 m2 til víddar og matr. 514e Tórshavn er 101 m2 til víddar.

Húsini eru í trimum hæddum við kjallara, miðhædd og lofti. Kjallarin er ikki innrættaður. Partur av kjallaranum er  krúpikjallari.

Húsini eru sum heild í ringum standi. Húsaskoðan er gjørd.

Húsini verða víst fram mánadagin, tann 05.02.2024 frá kl. 15.00 til kl. 17.00. Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð.

Áhugað kunnu venda sær til sigrid@sokn.fo ella á tlf. 660500.

Viðmerkjast skal at prísuppskotið er vegleiðandi og ikki bindandi.