Ognin matr. 44a Sandavágur verður við hesum lýst til sølu.

Ognin liggur við Andrassaráir og er til víddar 10058 m2.

Matrikulin liggur í øki K2 innangarðs sambært almennu byggisamtyktina fyri Vága Kommunu. Í byggisamtykini eru hesar setingar fyri K2 innangarðs:

2.K2-økið innangarðs

a)Innangarðs er bert loyvt at byggja bygning sum er 40kvm. Á traðarstykki har bygningur er frammanundan, kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm sum í mesta lagi er 10kvm. afturat verandi bygningi.

b) Um búrúm verða innrættaði í húsum  í K2-øki, skal eigarin gera kloakk- og vatnskipan fyri egna rokning.

Prísuppskotið er ikki bindandi.

Áhugaði kunnu venda sær til sigrid@sokn.foella tlf. 660500.