SÓKN Advokatar víðka um virksemið og hava nú fingið ein benefisieraðan advokat.

Benefisieraðir advokatar eru verjar í revsimálum og umboða fólk í málum við fríari rættarmálsførslu og í øðrum málum, har Føroya rættur og Eystari landsrættur tilnevna advokatar eftir rættagangslógini. Tað er Civilstyrelsen, sum ger av, hvør kann virka sum benefisieraður advokatur í Føroyum.

Jógvan Elias Winther Poulsen er útnevndur av Civilstyrelsen til at taka sær av slíkum málum. Tilnevningin er galdandi í 10 ár. Jógvan Elias hevur drúgvar royndir sum verji í revsimálum og við rættarmálum annars, umframt at hann hevur royndir sum dómari í Vestara landsrætti.