Vegna Sjóvar kommunu verða matr.nr. 79bs og matr.nr. 79bt, Strendur, ávikavist 2.755 m2 og 2.734 m2, boðin til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 400,- fyri fermeturin.

Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Sjóvar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Kommunan setir sum treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Byggingin skal taka atlit til góða útsýnið, og dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í grannalag og landslag.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar og hjá Sjóvar kommunu, www.sjovar.fo.

Tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 20. mai 2022 kl. 12:00.