Sethúsaognin matr. 230 Vágur, Fossavegur 2, 900 Vágur verður við hesum lýst til sølu.

Viðmerkjast skal at niðara húsið er bygt í 50-unum og eru stoypt heilt upp, tekjan er asbest, og vindeyguni eru úr timbri.

Niðara húsið mátar frá mitt á múri til mitt á múr og frá útveggi til útvegg uttan 6 x 5,9 m.

Ovara húsið mátar frá mitt á múri til mitt á múr og frá útveggi til útvegg uttan 10 x 5 m.

Bæði í niðara húsi og í ovara húsi er alt innrættað.

Prísuppskotið er kr. 400.000,- og ikki bindandi, bert vegleiðandi.

Húsaskoðan er gjørd.

Áhugað kunnu venda sær til sigrid@sokn.fo ella á tlf. 660500

 Sí fleiri myndir á Hús í Vági til sølu – Ogn.fo