1 Gildisøki

1 Viðskiftatreytirnar hjá SÓKN Advokatum eru, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd, galdandi fyri allar uppgávur, sum vit átaka okkum.

2 SÓKN Advokatar er skipað sum smápartafelag. Okkara skrásetingarnummar er 6341 og okkara V-tal er 620270. 

2 Um SÓKN Advokatar

2.1 Allir advokatar, sum starvast hjá SÓKN Advokatum, eru tilnevndir av Justitsministeriet í Danmark og eru limir í Advokatfelagi Føroyar, sum er eisini er limur í Advokatsamfundet. Harumframt starvast advokatskrivarar hjá SÓKN Advokatum.

2.2 Sí okkara starvsfólk undir Um okkum

3 Um avgreiðslu av arbeiði hjá SÓKN Advokatum

3.1 SÓKN Advokatar greina ítøkiligu uppgávuna í samstarvi við kundan. Er neyðugt at tillaga uppgávuna, verður hetta avtalað við kundan so hvørt.

3.2 SÓKN Advokatar avgreiða uppgávuna samsvarandi krøvunum til atburð og etik í rættargangslógini og Advokatetisku reglunum hjá Advokatráðnum.

3.3 SÓKN Advokatar seta ein advokat við relevantum fakligum førleikum at fremja uppgávuna. Um tað er neyðygt, verður eitt toymi sett, sum samstarvar um at avgreiða arbeiðið á best møguligan hátt. Miðað verður eftir at avgreiða arbeiðið fyri kundan í samsvari við tað, sum kundin krevur og roknar við.

3.4 SÓKN Advokatar útflýggja kundanum original skjøl, tá málið er liðugt avgeitt, og vit goyma egin málsskjøl í minst 5 ár. Egin málsskjøl verða í størstan mun goymd digitalt sum skannað skjøl.

4 Ómaksløn v.m.

4.1 SÓKN Advokatar áseta ómakslønina út frá eini samlaðari meting. Í metingini verður atlit tikið til m.a. tíðarnýtsluna, servitan og royndir, um uppgávan er framd undir strangum tíðarfreistum ella uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Harumframt verður dentur lagdur á ta ábyrgd, sum er knýtt at uppgávuni, hvussu torgreitt málið er, virðið á málinum, týdningin fyri klientin og úrtslitið, sum kemur burturúr.

Vit seta stundum sum treyt, at kundin rindar eitt depositum fyri ómakslønina. Leypandi ráðgeving og uppgávur sum taka langa tíð, verða avroknaðar leypandi, oftast hvønn mánaða, um ikki annað er avtalað.

4.2 Kundin rindar útyvir ómakslønina útreiðslur og útlegg, sum vit hava lagt út sum liður í at avgreiða uppgávuna, herundir m.a. avgjøld og ómaksgjøld, ferða- og uppihaldsúreiðslur, umframt eisini ávísar útreiðslur til at taka avrit og fyri at senda skjøl við postinum ella á annan hátt. Alt eftir støddini á upphæddini, sum skal leggjast út, kunnu vit eftir okkara avgerð leggja út fyri kundan, ella heita á kundan um at gjalda upphæddina frammanundan.

4.3 Avrokningar skulu, um ikki onnur avtala er gjørd, gjaldast 14 dagar netto frá dagfestingini av avrokningini. MVG verður eftir galdandi reglum lagt afturat ómakslønini.

4.4 Kundin kann fáa ein meting av ómakslønini, áðrenn vit byrja uppá eina uppgávu, um tað í mun til uppgávuna ber til at gera slíka meting. Í brúkaraviðurskiftum geva vit altíð kundanum upplýsingar um ómakslønina, áðrenn vit byrja uppá uppgávuna.

4.5 SÓKN Advokatar umsita ognir hjá kundum samsvarandi reglunum hjá Advokatsamfundet. Tilskrivaðar rentur á klientkonto´ini fella til kundan, eins og møguliga tilskrivaðar negativar rentur á klientkonto´ini verða avhildnar av kundandum. Innistandandi á klientkonto er fevnt av tí generella loftinum á EUR 100.000, sum er ásett í lóg um ”indskyder – og investorgarantiordning” fyri dekning um viðkomandi peningastovnur fer av knóranum. Markið er galdandi fyri samlaða innistandandi í viðkomandi peningastovni. Hevur kundin annað innistandandi í peningastovninum enn ta sum stendur á klientkonto, er mestaupphæddin galdandi fyri samlaða innskotið. SÓKN Advokatar hava ikki nakra ábyrgd fyri innistandandi á klientkonto, um ein peningastovnur kemur í fíggjarliga trongstøðu. 

5 Tagnarskylda, habilitetur, insidarhandil og hvítvask

5.1 Øll starvsfólk hjá SÓKN Advokatum hava tagnarskyldu um innihald í einum máli og hvat málið snýr seg um, eins og um upplýsingar annars frá kundandum og um kundan. Hetta er galdandi, um tað ikki tað sæst av umstøðunum, at upplýsingin ikki er ein trúnaðarupplýsing.

5.2 SÓKN Advokatar hava mannagongdir, sum tryggja, at vit ikki koma í nakra interessu- ella loyalitetskonflikt tá vit átaka okkum eina uppgávu, og sum gera, at ein interessu- ella loyalitetskonflikt ikki kemur fyri, meðan málið er undir viðgerð hjá SÓKN Advokatum.

5.3 Øll í SÓKN Advokatum eru fevnd af lóg um ”forebyggende foranstaltninger mod hvidvaskning af penge og finansiering af terrorisme”. Vit skulu tí millum annað innheinta og goyma upplýsingar til at eyðmerkja kundanog upplýsingar um eigara og kontrolstruktur hjá kundanum til fyri at kunna eyðmerkja veruliga eigaran ella eigararnar, um kundin er ein løgfrøðilgur persónur.

6 Ábyrgd, ábyrgdaravmarking og trygging

6.1 SÓKN Advokatar hava endurgjaldsskyldu eftir vanligu føroysku reglunum um endurgjald fyri avleiðingar av feilum, sum kunnu koma fyri í arbeiðinum hjá starvsfólki felagsins.

6.2 Tað samlaða endurgjaldið fyri fylgjurnar av einum skaða kann ikki fara uppum 10 mió. kr.

6.3 Kundin kann bara seta fram krav móti SÓKN Advokatum og ikki móti einstøkum partnarum ella øðrum juridiskum starvsfólki.

6.4 Ábyrgdin umfatar ikki óbeinleiðis miss, herundir m.a. rakstrarmiss, tíðarmiss, miss av vinningi, miss av dátum, mist goodwill og líknandi óbeinleiðis miss, ella miss orsakað av, at ein peningastovnur fer av knóranum.

6.5 Ábyrgdin er ikki galdandi fyri arbeiði hjá øðrum ráðgevum, sum vit eftir avtalu við kundan hava latið avgreiða partar av uppgávuni, ella som kundin hevur gjørt samstarvsavtalu við eftir okkara tilvísing.

6.6 SÓKN Advokatar ráðgeva sum føroyskir advokatar bert um føroysk juridisk viðurskifti. Um advokatuppgávan krevur ráðgeving um lóggávu uttanlands, mæla vit til, at kundin setir seg í samband við advokatar á staðnum. Okkara arbeiði í slíkum pørtum av uppgávuni er ikki at skilja sum ráðgeving um løgfrøðilig viðurskifti uttanlands.

6.7 SÓKN Advokatar hava teknað ábyrgdartrygging í viðurkendum tryggingarfelagi. Ábyrgdartryggingin er galdandi fyri avgreiðslu av øllum advokatvirksemi frá okkara skrivstovu í Føroyum, sama hvar arbeiðið verður útint.

7 Marknaðarføring

7.1 SÓKN Advokatar kunnu í síni marknaðarføring vísa til, at SÓKN Advokatar hava virkað sum advokatar fyri kundan í samband við uppgávuna, tá uppgávan er alment kend, ella um vit hava avtalað tað við kundan.

8 Ósemjur, lógval og verndarting

8.1 Allar ósemjur millum kundan og SÓKN Advokatar skal verða loyst sambært galdandi lóg í Føroyum og við Føroya Rætt.

8.2 Snýr ósemjan seg um okkara atburð ella ómaksløn kann kundin klaga til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk.

9 Reglur fyri advokatvirki

9.1 SÓKN Advokatar eru fevnd av vanligu reglunum hjá Advokatsamfundet um eftirlit, kærur og góðan advokatsið, sí § 126 í rættargangslógini. Vit vísa til Advokatsamfundet (www. advokatsamfundet.dk) viðvíkjandi galdandi reglum fyri advokatar og reglurnar fyri møguleika at kæra.