Hesin politikkur ásetir, hvussu SÓKN Advokatar viðgera persónsupplýsingar í sambandi við málsviðgerð, sum liður í vanliga advokatvirkseminum, skeiðsvirksemi, og anti-hvítvask fyriskipanir og vitjan á heimasíðu okkara. Talan er um persónupplýsingar um brúkarar, viðskiftafólk/klientar og samstarvspartar.

SÓKN Advokatar viðgera einans neyðugar upplýsingar til at røkka omanfyri nevndu endamálum. Okkara tørvur á at viðgera upplýsingarnar er grundaður á okkara advokatetisku skyldur, m.a. at veita skynsama ráðgeving til okkara klientar. Tá vit viðgera persónsupplýsingar, leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.

Dátaábyrgdari er

SÓKN Advokatar Sp/f, skrásnr. 6341, v-tal 620270

Jekaragøta 10

Boks 258

FO-110 Tórshavn

Tel +298 660500

t-post sokn@sokn.fo

www.sokn.fo

 

Viðgerð av persónsupplýsingum

 

SÓKN Advokatar er dátuábyrgdari, tá vit viðgera mál vegna klientar, sum er vanliga advokat virksemi. Sum dátuábyrgdari eru vit tískil varug við, at vit viðgera upplýsingar um klientar okkara í trúnaði og samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi krøvum og lógum, herundir trygdarkrøvum um vernd av persónupplýsingum. Sama er galdandi fyri aðrar persónar, sum hava tilknýti til málini hjá klientunum. Talan kann vera um vanligar upplýsingar, p-tøl, viðkvæmar upplýsingar og upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti.

Tá vit veita tænastur fyri okkara klientar, verður eitt mál stovnað í málsviðgerðarskipan okkara. Vit brúka persónsupplýsingarnar til at samskifta við teg og til at viðgera málið annars. Eisini kunnu upplýsingarnar nýtast til skráseting hjá almennum myndugleikum og stovnum, sum liður í málsviðgerðini. Tað vil vanliga verða neyðugt at innheinta p-tal í hesum sambandi.

Í summum málum vil talan verða um viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, so sum upplýsingar um heilsuviðurskifti, yrkisfelagsligt tilknýti, revsiverd viðurskifti og upplýsingar um heilt privat viðurskifti.

Vit kunna viðgera persónstøl sambært § 16 í lógini um vernd av persónupplýsingum, m.a. tá viðgerðin er heimilað í lóg ella klienturin hevur givið sítt samtykki. Hetta verður eitt nú gjørt fyri at fylgja reglunum um hvítvasking og í sambandi við skráseting í almennum skráum, so sum Tinglýsingini ella Skráseting Føroya.

Upplýsingarnar verða sum meginregla innsavnaðar frá okkara klientum fyri at kunna svara áheitanini frá klientinum ella fyri at kunna ráðgeva og veita advokathjálp sambært avtalu við klientin. Í øðrum førum verða upplýsingarnar tó innsavnaðar frá eitt nú mótparti og øðrum pørtum í málinum, so sum almennum myndugleikum, fíggingarstovnum, tryggingarfeløgum v.fl. eftir avtalu við klientin.

Ert tú klientur hjá okkum, vil okkara viðgerð av persónsupplýsingum sum útgangsstøði vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 2, í dátaverndarlógini, nevniliga, at vit hava gjørt eina avtalu við teg um at veita løgfrøðiliga tænastu t.d. við at veita ráðgeving ella at føra rættarmál. Viðgerðin kann eisini vera neyðug sambært § 8, stk. 1, nr. 3, fyri at halda eina rættarliga skyldu ella eftir § 8, stk. 1, nr. 4, fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá tær. Er talan um viðkvæmar upplýsingar, er viðgerðin grundað á samtykki ella at viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.

Ert tú mótpartur ella triðipartur í einum máli, vil okkara viðgerð vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 4, í dátaverndarlógini, nevniliga, at viðgerðin er neyðug fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persóni, og § 8, stk. 1, nr. 3, um, at viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu.

Vit burturbeina persónsupplýsingar, tá vit ikki longur hava tørv á at viðgera tær. Vit goyma ikki frumrit vegna klientin, men útflýggjað klientinum øll frumrit. Allar goymdar upplýsingar, verða slettaðar, sum útgangsstøðið sjálvvirkandi í skipan okkara eftir 5 árum. Tá málið endar mótvegis klientinum eru sostatt ongar persónsupplýsingar tøkar, uttan í telduskipan okkara, og hava vit ikki persónsupplýsingar í fysiskari varðveitslu, tá málið er endað.

Í sambandi við varðveitslu skula vit taka atlit til rættarligar skyldur hjá okkum ímun til m.a. lóggávuna um dátavernd, hvítvask, bókhald og fyrning.

Viðgerð í sambandi við at røkja skyldur sambært lógini um hvítvask

 

Hvítvasklógin er galdandi, tá løgfrøðilig tænasta verður veitt við at planleggja ella avgreiða transaktiónir fyri klientar í sambandi við;

  1. keyp og sølu av fastari ogn ella fyritøkum.
  2. umsiting av peningi, virðisbrøvum ella øðrum aktivum hjá klientum.
  3. upprættan ella umsiting av banka-, uppsparingar-, ella virðisbrævakontu.
  4. móttøku av neyðugum kapitali til at stovna, reka ella leiða eina fyritøku.
  5. stovning, rakstur ella leiðslu av fyritøkum
  6. aðra handilsliga ráðgeving.

Hvítvasklógin er harafturat galdandi, um advokaturin vegna klientin og fyri rokningina hjá klientinum ger eina fíggjarliga transaktión ella eina transaktión viðvíkjandi fastari ogn. Um tú ert klientur í slíkum málum, verður tú biðin um at útvega dokumentatión upp á samleikaupplýsingar. Vit hava skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar. Tá talan er um kapitalfeløg skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um allar veruligu eigararnar í felagnum.

Samleikaupplýsingar eru navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya. Fyri útlendsk feløg verður innheintað útskrift frá viðkomandi myndugleikum í landinum ella líknandi dokumentatión. Er talan um útlendingar kann møguliga vera tørvur á fleiri upplýsingum.

Innheintaðar upplýsingar skulu varðveitast í 5 ár eftir, at klientviðurskiftið er uppathildið, og eftir hetta verða upplýsingarnar strikaðar sjálvvirkandi í skipan okkara. Ongin fysisk skjøl vera varðveitt longri enn 5 ár.

Upplýsingarnar verða sum útgangsstøði innheintaðar frá skrásetta sjálvum, og vit hava skyldu at tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og dagførdar.

Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 3, í dátuverndarlógini, sum er viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

Vit kunna eftir hvítvasklógini blíva áløgd at víðarigeva upplýsingar um skrásetta til myndugleikar, so sum løgregluna ella Fíggjareftirlitið. Tá er talan eisini um viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

Vitjan á heimasíðu okkara

Heimasíða okkara nýtir ikki farspor/cookies.

Upplýsingar, sum vit móttaka

Allir upplýsingar, sum vit móttaka sum dátaábyrgdari og eisini um vit eru dátaviðgeri, verða viðgjørdar í trúnaði. Sum útgangsstøði verða persónsupplýsingar tískil ikki víðarigivnar til 3. mann. Sum liður í málsviðgerðini hjá okkum fyri klientin kunnu upplýsingarnar verða deildar við mótpartar, vitnir, fakfeløg, arbeiðsgevarar, kommunur, myndugleikar, dómstólarnar osfr.

Trygdarbrot

SÓKN Advokatar hava mannagongd fyri handfaring av møguligum trygdarbrotum í mun til dátuvernd, herundir um fráboðan til Dátueftirlitið og tann skrásetta.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

  • Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
  • Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
  • Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
  • Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða.
  • Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
  • Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú brúkar tíni rættindir við at senda okkum eina umbøn, sum verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti, so sum nøgd og torleiki gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

Klaga

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og um úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til Dátueftirlitið, sum hevur bústað:

Dátueftirlitið

Sigmundargøta 13

Boks 300

FO-110 Tórshavn

T-post dat@dat.fo

Tel +298 309100

Tórshavn, tann 14. juni 2022 (dagført)

SÓKN Advokatar Sp/f

Jekaragøta 10

Boks 258

FO-110 Tórshavn

Tel +298 660500

t-post sokn@sokn.fo

www.sokn.fo