Project Description

Við hesum verða fýra nýggir skúrar í bygninginum “Lugarið” við bátahylin í Leirvík, lýstir til sølu til hægstbjóðandi. Ásetti minsti prísur er tó kr. 100.000,-.

Víddin á skúrunum innan er 8,8m2.

Skúrarnir verða seldir fyri eins prís, tvs. at lægsta boð av teimum 4 hægstu boðunum, ið koma inn, verður søluprísurin fyri hvønn av teim 4 skúrunum.

Skúrarnir standa á kommunalum leiguøki. Leigusáttmáli verður gjørdur við treytum um  nýtslu, leigukostnað, viðlíkahald, skilhald v.m.

Tilboð um keyp skulu vera skrivlig og verða at senda SOKN Advokatum. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka. Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.

Freistin at lata inn boð er tann 15. januar 2020.

Borgarar í Eysturkommunu hava framíhjárætt at keypa skúrarnar. Seljari hevur ikki skyldu at taka av ávísum tilboði og kann havna øllum innkomnum tilboðum.

Nærri upplýsingar um skúrarnar og treytir v.m. fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar,

Eyðbjørn Larsen, adv.

ella við at venda sær til Eysturkommunu,

Fríða B. Nielsen