Arvalógin ásetir hvussu arvur verður býttur, tá fólk doyggja. Tað ber til at víkja frá reglunum í arvalógini og tað verður gjørt við at skriva testamenti.

Tá fólk liva saman uttan at vera gift og ikki hava skrivað testamenti, arva børnini hjá viðkomandi alt. Hetta er galdandi fyri felagsbørn hjá teimum, sum liva saman, og fyri børn, sum tey eiga saman við øðrum. Um ein, sum býr saman við einum øðrum uttan at vera giftur og ikki hevur børn, arva foreldrini hjá viðkomandi alt, sum fellur í arv.

Tað er týdningarmikið at vera varðugur við, at samlivandi ikki arva hvønn annan. Samlivandi arva einans hvønn annan, um tey skriva testamenti.

Tá talan er um hjún, gevur arvalógin møguleika fyri at sita í óskiftum búgvi við felagsbørnum. Felagsbørn eru børn, sum hin eftirlivandi átti saman við tí, sum doyði. Átti hann ella hon, sum doyði, serbørn, má hin eftirlivandi fáa samtykki frá hesum serbørnum fyri at kunna sita í óskiftum búgvi. Serbørn eru børn, sum annar av hjúnafeløgunum eigur ella átti saman við øðrum enn hjúnafelaganum.

Um tann, ið doyr fyrst, átti børn, arvar tann, sum livir eftir, 1/3 av arvinum eftir fyrst deyða. Børnini arva restina 2/3. Arvurin eftir fyrst deyða er helvtina av felagsbúnum, tað merkir at longslivandi eigur helvtina av felagsbúnum og arvar 1/3 av helvtini av felagsbúnum hjá fyrstdeyða.

Møguleiki er fyri at broyta hetta lógarásetta býtið við testamenti. Við einum testamenti hevur tú ávirkan á, hvussu arvurin eftir tær verður býttur. Um tú ynskir eitt annað arvabýti enn tað sum framgongur av lógini, er tað neyðugt at skriva testamenti.

Eitt testamenti gevur millum annað møguleika fyri tryggja hjúnafelaganum eina betri rættarstøðu, enn arvalógin gevur. Eitt testamenti gevur eisini møguleika fyri at tryggja samlivarinum hjá tær arv eftir tær.

Eitt testamenti kann eisini nýtast til at tryggja onkrum børnum betri rættindi enn øðrum børnum. Harumframt kann eitt testamenti brúkast til í stórst møguligan mun at tryggja serbørnum somu rættindi sum felagsbørn, tá arvurin skal býtast.

Ynskir tú at arvur eftir teg er serogn hjá arvingunum? Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt ópliktandi prát.