Íbúðin matr. 1005h Klaksvík, Oman Valrætt 115, 700 Klaksvík, verður við hesum lýst til sølu.

Grundøkið er sambært tingblaðnum 68m2.

Viðmerkjast skal at tað ikki ber til at gera húsaskoðan av íbúðini, men ein av teimum, sum ger húsaskoðan, hevur verið á staðnum og gjørt hesar viðmerkingar:

– Spor av leka á gólvi í stovu við stóra vindeygað

– Spor av leka yvir stóra stovuvindeygað

– Ovnur manglar

– Greb mangla í gongsvindeyganum

– Spor av fukti í horni í sovikamari, hetta eigur at verða kannað nærri

– Úthurð bindur

– Greb á altanhurð leyst/óvirkið á útvendigu síðu

– Fugur á vindeyga á útsíðuni farnar

– Klædningsplátur yvir vindeygu mjálvast

– Rist frá eymhettu leys á útsíðuni

Áhugað kunnu venda sær til sigrid@sokn.fo ella á tlf. 660500

Prísuppskotið er kr. 1,8 mio. og er vegleiðandi og ikki bindandi

sí fleiri upplýsingar og myndir av ognini Íbúð í Klaksvík til sølu – Ogn.fo